Ungur og stuttligur spælimanstónleikur

22 Jul 06 (15:56)

Fyrsta G!konsertin leygardag var á lítla pallinum, tað var álendski bólkurin Skrå, ið fekk heiðurin at lata festivalin upp í dag. Hetta komu teir fýra ungu álendsku dreingirnir væl frá.

Skrå spælir spælimanstónleik bæði heimagjørdan og tónleik hjá øðrum, bæði siðbundnan og nýggjari, tað vóru ikki nógv fólk og lurtaðu, men tey sum vóru komin saman fingu eitt skot av góðum lag. Glaði og hugnaligi spælimanstónleikurin gav áskoðarunum smíl á varrarnar og legði ein góðan botn til enn ein spennandi dag á G!.

Konsertin var hugnalig og stuttlig, teir spældu eini 40 minuttir, og sum konsertin leið móti endanum savnaðist rættiliga fitt av fólki frammanfyri pallinum, og hýrurin gjørdist so góður, at Skrå vóru róptir upp at spæla eykalag.

Leita:
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Sovið í einum Cadillac

Sovið í einum Cadillac

V8 eitur eitt serstakt hotel í týska býnum Stuttgart.
At skifta eina brotna flís

At skifta eina brotna flís

Fleiri av okkum hava upplivað at havt eina brotna flís hangandi í kanska á ...
Nýggir møblar á CODE 10

Nýggir møblar á CODE 10

Á møblamessuni CODE 10 í Keypmannahavn í farnu viku var ein uppstilling av nø ...
Leigulógin í gildi 1. september

Leigulógin í gildi 1. september

Nýggja leigulógin fyri Føroyar, sum er samtykt á tingi, kemur í gildi ...
Nær verður The Global Leadership summit hildi í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: