Mynd: Björk ognaði Føroyum og Grønlandi eitt lag (mynd: polfoto)
Bjørk upp í flaggstríðið?
10 Apr 07 (14:52)
Íslendska songkvinnan Bjørk sendi føroyingum og grønlendingum eina heilsan, tá hon í gjárkvøldið fór undir sína konsertferð. Declare Independence! Fái tykkum sjálvstýri!
Boðini til føroyingar og grønlendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Laugardalshøllini í gjárkvøldið.
- Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum:
“Declare Independence
Don’t let them do this to you.
Raise the flag higher and higher.”
Arnar Eggert greiður frá, at tey 4000 fólkini, ið vóru komin saman í Laugardalshøllini vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur.
- Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin í telefonini úr Reykjavík.
Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum.
Konsertin í gjárkvøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi konsertferð, í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni Volta. Fyrsta stakfløgan kom út á alnetsølu í gjár.
Konsertferðin gongur um nakrar vikur til USA, áðrenn leiðin gongur aftur til Evropa, har m.a. Roskilde Festivalurin stendur á skránni. Men áðrenn USA var á skránni, stóð Laugardalshøllin í Reykjavík fyri tørni.
Nýggja fløgan hjá Bjørk er nógv umrødd, m.a. tí at hon á henni samstarvar við heimskenda framleiðaran Timbaland, nærum alt, ið Timbaland rørir gerst gylt. So kanska flaggstríðið endar á Billboard.

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...
Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum
Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...