Mynd: Spælimansbólkurin Skrå spældi á G! í fjør og gevur nú fløgu út á Tutl (mynd: nud)

Útlendskar útgávur á føroyskum felag

20 May 07 (21:38)

Umframt allar føroysku fløgurnar, ið plátufelagið Tutl gevur út, verða hvørt ár eisini útlendskar fløgur givnar út á Tutl. Aftur í ár eru fleiri útlendskar fløgur á skránni.

Fyribils eru sjey útlendskar útgávur á skránni hjá Tutl fyri 2007. Danski bólkurin ULC, ein finski bólkurin Qwenland, EestiGrotto úr Estlandi, og spælimansbólkurin Skrå úr Álandi, ið fleiri ivaleyst minnast frá luttøkuni á G!2006, fara øll at geva fløgur út í summar. Harumframt eru ikki færri enn tríggar fløgur við klassiskum tónleiki úr Bolivia, ið verða givnar út á Tutl í næstum.

Nevnast kann, at fløgan, sum vann heiðurslønina sum besta fløga við fólkatónleiki á donsku fólkatónleikaheiðurslønini í mars, Akkrobakkus hjá Afenginn, er útgivin á føroyska plátufelagnum. Henda fløga hevur fingið sera góða móttøku, og er sostatt góð fyri bæði handilsjavna og fyri Tutl, tað ger eisini samstundis vart við felagið.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: