Watkins Kids í Mullers Pakkhúsi

29 Jun 07 (13:37)

Summartónar ljóma enn um alt landið, ein av forvitnisligu upplivingum verður í Müllers Pakkhúsi í kvøld, tá klarinettkvartettin Watkins Kids spælir.

Anna Klett, Oddur Hentze, Bjarni Berg og Martin Mouritsen hava øll somu lagnu at hava verið næmingar hjá enska dirigentinum Hugh Watkins, sum seinast í 70-unum kom til Klaksvíkar og síðani til Havnar, har hann tók sær av tónleikafrálæru. Hann var dirigentur hjá fleiri orkestrum men serliga hjá GHM, har hesi fýra hava sínar røtur.
Ein hópur av blásarum vóru settir at spæla og hesi fýra hava hildið fast í sínum ljóðføri. Tey hava øll útbúgvið seg í tónleiki uttanlands og virka sum tónleikalærarar og tónleikarar. Anna Klett býr í Keypmannahavn og virkar sum ykistónleikari burturav. Hon hevur vunnið sær fastan sess millum danskar tónleikarar, serliga tá ræður um nútíðartónleik.
- Vit vóru øll á ein hátt børnini hjá Watkins fyri umleið 30 árum síðani og hava nú funnið saman á ein serligan hátt við hesi klarinettkvartettin, siga Watkins Kids í tíðindaskrivi.
Skráin er sett saman av modernaðum tónleiki fyri kvartettina, umframt solostykkir og duo og meira traditionellan tónleik.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: