Hanus og Stanley vóru heiðraðir
29 Jul 08 (16:21)
Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen fingu fyrstu listavirðisløn Miðlahúsins
Væl av fólki var komið saman á Nólsoyar Páls torgi í samband við ta fyrstu handina av listavirðisløn Miðlahúsins. Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri handaði tónlistarmonnunum, Stanley Samuelsen og Hanus G. Johansen heiðursbræv og sømdargávu, sum tekin um, at teir eru fyrstu listarfólkini, sum hava fingið listavirðisløn Miðlahúsins. Tónlistarmennirnir fingu 50.000 kr. í part. Stanley og Hanus vóru sera fegnir um heiðurin, og sungu teir hvør sín sang fyri fjøldini, sum var til staðar á Nólsoyar Páls torgi. Listavirðisløn Miðlahúsins er latin í samstarvi við Fuglafjarðar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Havsbrún, Norðoya Sparikassa og Norðurlandahúsið. Fleiri myndir eru at finna undir ”Ólavsøku” á portalinum.

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...
Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum
Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...