Mynd: (savnsmynd)

Ævintýraferðin aftur á skránni

26 Jul 10 (17:18)

Tvær framførslur verða í Perluni ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, fríggjadagin og leygardagin

Ævintýraferðin hjá Dánjali á Neystabø og Búa Dam verður framførd í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Ævintýraferðin verður framførd klokkan 16 og klokkan 18, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, fríggjadagin og leygardagin.

Dánjal á Neystabø og Búi Dam fara saman við Rógva á Rógvi at geva børnunum eina hugflogsríka uppliving, sum fer at vara umleið ein tíma.

Ævintýraferðin er ein tónleika-sjónleikur, sum Dánjal og Búi hava lagt til rættis. Tann fyrsta ævintýraferðin var á ólavsøku í 2004, og hevur hon síðani fingið alsamt størri undirtøku, og er í dag vorðin ein fastur táttur hjá mongum á ólavsøku.

Hini árini hava Búi og Dánjal framført ævintýrferðina uppi í kommunuskúlanum, men av tí, at ólavsøkan er meiri miðsavnað, so verður ævintýraferðin í ár framførd í Perluni.

Atgongumerki fáast við dyrnar, og í Kunningarstovuni.

Leita:
Nýtt hús í gomlum Shingle-stíli

Nýtt hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt frá ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Herligar lampur úr Letlandi

Herligar lampur úr Letlandi

Virksemið hjá Mammlampa í Letlandi er alt annað enn hópframleiðsla og pla ...
Vespur eru á Skálafjørðinum, í Ha...

Vespur eru á Skálafjørðinum, í Ha...

Vespur eru sæddar so at siga kring alt landið, síð ...
Heimagjørt borð á hjólum

Heimagjørt borð á hjólum

Havi í seinastuni sæð fleiri sofaborð á hjólum av ymsum slagi. Flestu eru fe ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: