Mynd: sólin skínur ikki líka væl á øll í Havn, sigur Jógvan Arge

Býráðið skal halda seg vekk frá ólavsøkukonsertini

26 Jul 10 (20:41)

- Her má vera komið rusk í floytuna.
Tað sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð um avgerðina hjá Býráðnum at taka ólavsøkukonsertina frá FUTT.


- Sannroyndin er, at Tórshavnar býráð í málum, sum hava við list at gera, er farið inn á prinsippið um armslongdarfrástøðu, sigur hann í viðmerking í kvøld.
- Tað merkir, at politikarar kunnu játta pengar til list, men innihaldi og sniði skula teir halda seg langt frá,
Men hesa ólavsøkuna heldur hann, at tað gongur striltið at halda seg í skinninum.
- Undir onkrum skjúrtufaldi hava býarpolitikarar avgjørt at leggja seg beinleiðis út í fyriskipanina av listarliga innihaldinum í Ólavsøkukonsertini.
- Tað kann so væl vera, at endurnýgging skal til her eins og alla aðrastaðni, men tað er ikki rætti mátin, at Tórshavnar kommuna sjálv átekur sær at standa fyri slíkari konsert.
Hann kann ikki hugsa sær annað enn, at tað elvir til fløkju og klandur og helst eisini til óneyðugar útreiðslur fyri kommunukassan.
- Eitt so stórt átak sum Ólavsøkukonsertina eigur kommunan at leggja út til fólk og/ella feløg, sum bjóða seg fram at standa fyri henni, á sama hátt, sum loyvi verða givin privatum og hálvalmennum áhugamálum til alt møguligt annað á ólavsøku.
Hann sigur, at tað undrar hann stórliga, at akkurát tann lýsandi Ólavsøkukonsertin skuldi enda sum kastibløka nú, meðan onnur siðbundin tiltøk á ólavsøku eru púra friðað fyri broytingum í fyriskipanini.
- Hetta er eitt greitt tekin um, at sólin skínur ikki líka væl á øll í Havn longur, sigur Jógvan Arge

Leita:
Nýtt hús í gomlum Shingle-stíli

Nýtt hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt frá ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Herligar lampur úr Letlandi

Herligar lampur úr Letlandi

Virksemið hjá Mammlampa í Letlandi er alt annað enn hópframleiðsla og pla ...
Vespur eru á Skálafjørðinum, í Ha...

Vespur eru á Skálafjørðinum, í Ha...

Vespur eru sæddar so at siga kring alt landið, síð ...
Heimagjørt borð á hjólum

Heimagjørt borð á hjólum

Havi í seinastuni sæð fleiri sofaborð á hjólum av ymsum slagi. Flestu eru fe ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: