Portal

Portal.fo er nógv mest vitjaða heimasíðan í Føroyum. 80.000 føroyingar – bæði í Føroyum og uttanlands - vitja síðuna hvønn dag. Portal.fo er platformurin, har vit savna tíðindi frá øllum okkara netsíðum. Líkamikið hvønn málbólk tín vøra er ætla til, so rakar lýsingin tín málbólk her.



Lýsingarmøguleikar og kostnaðaryvirlit

Portal.fo

Forsíðulýsingar Mánaðarprísir Vikuprísir Dagsprísir
Bannari topp 980x150 28.000,00 8.700,00 1.500,00
Bannari Mittan 980x150 16.000,00 5.100,00 900,00
Bannari kvadrat ovari 300x250 21.900,00 6.900,00 1.250,00
Bannari kvadrat niðari 300x250 9.000,00 2.800,00 500,00
Bannari 610x105 18.400,00 5.700,00 1.000,00
Bannari 640x80 *3.000,00
Starvslýsing, tekstur 4.400,00 1.400,00 250,00
Tekstlýsing 3.000,00 1.000,00 200,00
Tekstlýsing við Mynd 3.900,00 1.300,00 260,00

*Kann bert vera ein JPEG. Kann bert keypast fyri dagkostnað. Upphæddin er vegleiðandi minstiprísur.

Brúkarar


Vitjanir


Sýndar síður

*Allir prísir eru uttan MVG

Samband

Um tygum hava spurningar, so eru tit altíð meira enn vælkomin at ringja til

Elsu á tlf 243013 & ewr@ft.fo

ella

Boga á tlf 243015 & bho@ft.fo

Prísir

Tilboð og kostnaðarmetingar eru galdandi í 30 dagar frá dagfesting, og allir prísir eru uttan mvg.

Bílegging og innlating

Hvørt lýsingar pláss hevur 5 rotatiónir. Vanligt er at keypa eina rotatión, og deila lýsingar plássið við 5 lýsarum. Tað ber val til at keypa fleiri rotatiónir. Bílegging av lýsingarplássi er bindandi. Verður lýsing avlýst ella ov seint innlatin, skilar FT Online sær rætt til at fakturera fyri bílegging, um hetta hevur við sær mista inntøku fyri FT Online. Endurgjaldskrav kann ikki setast FT Online fyri skeiva, seinkaða ella vantandi innrykking av bílagdari lýsing – ei heldur fyri avleiðingar, ið nevndu viðurskifti kunnu hava við sær. Lýsingartilfar skal latast inn í seinasta lagi 48 tímar fyri byrjan.

Gjald

Prísur verður roknaður út frá galdandi prísum á bíleggingardegnum. Gjaldstreytin er netto, kontant. Kærufreistin er ein mánaður.

Ábyrgd

Bílegging, antin hon er móttikin og/ella váttað av umboðum fyri FT Online, bindur ikki FT Online til at seta lýsingina í. FT Online skilar sær rætt til at vísa frá sær lýsing, sum ikki samsvarar við áhugamál ella tøknilig krøv hjá FT Online, ella sum ikki lýkur galdandi lógir og ásetingar.

FT Online átekur sær onga ábyrgd av ólógligum lýsingum.