Standardformat á lýsingum

– teknisk tilmæli til viðskiftafólk og lýsingastovur


Lýsingar ...
kunnu hava skiftandi støddir og format, men vit mæla til at nýta nakrar fastar standardir. Tað er
ein høvuðsorsøk til hetta: nevniliga møguleikin
at gera kreativt tilfar í einari og somu útgávu,sum kann brúkast á fl eiri heimasíðum.
Hetta ger tað munandi lættari fyri allar partar –
bæði fyri heimasíður, lýsingastovur og ikki minst fyri viðskiftafólk.

Vit mæla eisini til at fylgja øðrum standardreglum,
alt eftir hvat slag av lýsingum, talan er um. Á tann hátt kunnu vit tryggja, at
viðskiftafólkini fáa bestu upplivingina, tá ið tey síggja tykkara lýsing.


Bannarar

Pixels:
980x150
300x250
640x80

Teknisk format: jpg., gif, flash, (d)html

Stødd: Í mesta lagi 50 Kb. pr. kreativ.

Loop, animatión og frames: Í mesta lagi 3 loop pr. bannaralýsing.

Animatión: Í mesta lagi 15 sekund (ella 45 sekund, um talan er um 3 loop).

Frames: Í mesta lagi 18 frames pr. sekund.

Implementering av clickTAG: Fyri at kunna máta, hvussu ofta klikt verður á
lýsingina, er av alstórum týdningi, at clickTAG er rætt stavað.
Actionscript, sum skal setast í flash (útgávu 7 og hægri), skal skrivast soleiðis:
on(release) { getURL(_root.clickTAG, ”_blank”); }


Ljóð og video
Ein ljóð- og videolýsing eigur at verða aktiverað av brúkaranum, til dømis tá
hann nertir við hana við músini. Hon eigur at byrja umleið 1 sekund eftir hetta,
so at brúkarin ikki aktiverar hana av óvart, og hon skal steðga beinanvegin, sum
brúkarin flytir músina av henni.

Ein ljóð- og videolýsing eigur at hava ein pausu/play knapp og ein knapp til at
sløkkja ljóðið.

Einki mestamark verður sett fyri mongd av ljóði og video, av tí at brúkarin
sjálvur kann stýra hesum við omanfyri nevndu funktiónum.

Tekstlýsingar
Tekstlýsingar eru format, sum bara brúka tekst.
Yvirskrift: í mesta lagi 25 tekn.
Breyðtekstur: í mesta lagi 70 tekn.
Display-url (url sum verður víst í lýsingini): í mesta lagi 35 tekn.
Destinatións-url:í mesta lagi 1024 tekn.

Samband

Um tygum hava spurningar, so eru tit altíð meira enn vælkomin at ringja til

Elsu á tlf 243013 & ewr@ft.fo

ella

Boga á tlf 243015 & bho@ft.fo

Prísir

Tilboð og kostnaðarmetingar eru galdandi í 30 dagar frá dagfesting, og allir prísir eru uttan mvg.

Bílegging og innlating

Hvørt lýsingar pláss hevur 5 rotatiónir. Vanligt er at keypa eina rotatión, og deila lýsingar plássið við 5 lýsarum. Tað ber val til at keypa fleiri rotatiónir. Bílegging av lýsingarplássi er bindandi. Verður lýsing avlýst ella ov seint innlatin, skilar FT Online sær rætt til at fakturera fyri bílegging, um hetta hevur við sær mista inntøku fyri FT Online. Endurgjaldskrav kann ikki setast FT Online fyri skeiva, seinkaða ella vantandi innrykking av bílagdari lýsing – ei heldur fyri avleiðingar, ið nevndu viðurskifti kunnu hava við sær. Lýsingartilfar skal latast inn í seinasta lagi 48 tímar fyri byrjan.

Gjald

Prísur verður roknaður út frá galdandi prísum á bíleggingardegnum. Gjaldstreytin er netto, kontant. Kærufreistin er ein mánaður.

Ábyrgd

Bílegging, antin hon er móttikin og/ella váttað av umboðum fyri FT Online, bindur ikki FT Online til at seta lýsingina í. FT Online skilar sær rætt til at vísa frá sær lýsing, sum ikki samsvarar við áhugamál ella tøknilig krøv hjá FT Online, ella sum ikki lýkur galdandi lógir og ásetingar.

FT Online átekur sær onga ábyrgd av ólógligum lýsingum.